Kantinufólk.
Søkt verður eftir einum fólki til kantinuna á virkinum hjá Faroe Origin í Saltangará.
Um starvið:
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har viðkomandi hevur ábyrgd av tí dagliga virkseminum í kantinuni. Afturat á kantinuni er ein persónur á hálva tíð.
Faroe Origin hevur 2 virkir, eitt í Saltangará og eitt á Toftum, talan er um umleið 110 fólk tilsamans. Kantinan ger mat til bæði virkini.
Dagliga arbeiði fevnir um morgunmat og miðmála til starvsfólkið.
Arbeiðstíðin er vanliga frá uml kl. 07:00 til kl. 15:00.
Førleikakrøv:
Viðkomandi útbúgving og/ella royndir eru ein fyrimunur, tó ikki neyðugt.
Vilt tú vita meira?
Um tú hevur onkrar spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Ingu W. Sivertsen, á tlf 550614.
Umsóknir skulu sendast til inga@origin.fo.
Freistin at søkja er 12. Juni kl 12:00 og starvið verður sett skjótast gjørligt.