Búmerkið hjá felagnum
11. Jun 2026

Maskinmeistari / handverkari sum feriuavloysari.

Vit leita eftir maskinmeistara ella handverkara sum summarferiuavloysara til flakavirkið hjá Faroe Origin í Runavík. Tíðarskeiði er Juli/August. Talan er um tímalønt starv. Arbeiði er vanliga 08:00 til 16:00, men væntast kann verða at tíðirnar eru millum 07:00 og 18:00.
Vit vænta, at tú:
- Hevur relevanta útbúgving og/ella royndir við líknandi arbeiði
- ert álítandi og møtir væl upp
- hevur góðan arbeiðshug
- dugir at samstarva
- ert jalig/ur og fyrikomandi
- kanst samskifta á føroyskum og/ella enskum

 

Ring til Bergur Fossdalsá, maskinmeistari, á 550621 ella send email til bergur@origin.fo